Hamas tekur undir við vápnahvíld í Gasa

Hamas tekur undir við vápnahvíld í Gasa
Felagsskapurin sigur tó, at hildið verður fast um krøvini um vápnahvíld, sum vóru løgd fram 14. mars
ST-trygdarráðið hevur samtykt, at vápnahvíld skal vera í Gasa alt fyri eitt. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
26.03.2024 - 08:13

Hamas bjóðar eini vápnahvíld vælkomnari, sum ein ST-samtykt hevur sett krav um í Gasa. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Hamas sigur samstundis, at hildið verður fast um krøvini  um vápnahvíld, sum vóru løgd fram 14. mars, veit miðilin Al-Jazeera at siga. 

Krøvini, sum vóru løgd fram tá, fevna um vápnahvíld, at Ísrael tekur seg aftur úr Gasageiranum, at palestinar, sum eru flýddir undan krígnum, sleppa heimaftur, og at fangar verða umbýttir.

Hamas krevur eisini, at Ísrael tekur síni herfólk úr Gasageiranum. 

Hesum kravi hevur ísraelska stjórnin víst aftur fleiri ferðir, skrivar miðilin Times of Israel. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098