Norska loftrúmið stongt

Norska loftrúmið stongt
Luftrúmið yvir syðra part av Norra varð stongt tíðliga í morgun, og tað hevur havt nógvar seinkingar við sær í flogferðsluni í økinum.
Tað hevur elvt til nógvar seinkingar í flogferðsluni, at ein partur av norska loftrúminum varð stongt í morgun
Mynd: Mariam Eltervåg/NRK  
 
25.04.2024 - 11:01

Orsøkin er eitt tekniskt brek í einum flogtorni hjá Avinor í Asker, tætt við Oslo.

Brekið varð staðfest klokkan 6.30, norska tíð, og sambært Avinor var einki annað at gera enn at steingja loftrúmið av trygdarávum.

Tað ávirkaði eisini fyrstu flogførini úr Vágum til Billund og Keypmannahavn í morgun. Seinkingin var tó bara millum 10 og 20 minuttir, tí brekið hjá Avinor bleiv rættað rímuliga skjótt, og loftrúmið síðani latið uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444