Útheimurin

Seinkingar vóru á flogvøllinum í Keypmannahavn í morgun, eftir at starvsfólk hjá SAS Ground Handling klokkan 6.30, føroyska tíð, niðurløgdu arbeiðið.

Kanningarnar, sum norska politiið gjørdi, eftir at milliardingafrúan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv í oktobur í 2018, er nú liðugt. Tað veit norska TV2 at siga.

Luftrúmið yvir syðra part av Norra varð stongt tíðliga í morgun, og tað hevur havt nógvar seinkingar við sær í flogferðsluni í økinum.

Heimurin brúkti sjey prosent meira uppá krígsførslu í 2023 enn í 2022. 

Nýggjasta skipið í flotanum hjá Cunard Lines, Queen Ann, er 322,5 metrar langt, 36 metrar breitt, og er sera framkomið tøkniliga. Føroyska Ingerð Klein Thorhauge er skipari

Nýtt eldgos kann vera hvørja løtu

Jens Stoltenberg vil ikki fara í smálutir um loftverjuna - tað er innanhýsis vitan

Heimsins størsta tjóðartingsval fór í gongd hósnátt, tá ið valstøð ymsastaðni í India lótu upp, og heldur fram til 1. juni.

USA hevur nýtt sýtingarrætt sín ímóti eini yvirlýsing, ið skuldi boðið Palestinska Sjálvstýrinum fullan limaskap í ST.

Seinastu trý árini hevur danska politiið lagt hald á nærum 3.000 akfør, sum hava verið brúkt til vitleysa koyring, tað sum á donskum kallast "vanvidskørsel".

Síður