USA sýtir fyri fullum ST-limaskapi hjá Palestinska Sjálvstýrinum

USA sýtir fyri fullum ST-limaskapi hjá Palestinska Sjálvstýrinum
USA hevur nýtt sýtingarrætt sín ímóti eini yvirlýsing, ið skuldi boðið Palestinska Sjálvstýrinum fullan limaskap í ST.
Robert Wood, amerikanskur varasendiharri í ST, atkvøðir móti luttøku hjá Palestinska Sjálvstýrinum í ST, tá Trygdarráðið hittist í ST-høvuðssætinum í New York hóskvøldið 18. apríl.
Mynd: Eduardo Munoz/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.04.2024 - 11:22

USA hevur nýtt sýtingarrætt sín ímóti eini yvirlýsing, ið skuldi boðið Palestinska Sjálvstýrinum fullan limaskap í ST.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan eftir eina atkvøðugreiðslu í ST-trygdarráðnum seint hóskvøldið.

Av teimum 15 limunum í trygdarráðnum var tað bara USA, ið atkvøddi ímóti, meðan Bretland og Sveis valdu ikki at greiða atkvøðu. Hini 12 limalondini í trygdarráðnum atkvøddu fyri.

Palestinska Sjálvstýrið er ikki fullgildur limur í ST, men hevur havt støðu sum eygleiðari har síðani 2012. 

Tá Palestinska Sjálvstýri ikki hevur fullan limaskap, kann Palestina eitt nú ikki greiða atkvøðu til aðalfundin ella í trygdarráðnum.  

Sambært USA eigur ein sjálvstøðugur palestinskur statur at verða settur á stovn við beinleiðis tingingum við Ísrael og ikki umvegis ST-trygdarráðið.

193 lond eru limalond í ST, og sambært Reuters viðurkenna 140 lond fullveldi hjá Palestinska Sjálvstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418