Funnu kokain í banankassum í Týsklandi

Funnu kokain í banankassum í Týsklandi
Nøgdirnar, sum eru funnar í hesum umfarinum, høvdu havt eitt marknaðarvirði upp á næstan 30 milliónir krónur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at kokain verður funnið í banankassum. Í september vóru funnin 500 kilo á Brandenburg-leiðini. (Savnsmynd: DR)
 
29.04.2024 - 08:31

Starvsfólk í fleiri Lidl-matvøruhandlum í týsku býunum Brandenburg og Berlin hava funnið útivið 100 kilo av kokaini í banankassum.

Kokainið var funnið hósdagin, tá ið vørur skuldu pakkast upp, skrivar týska blaðið BZ.

Boð vóru send eftir politinum, ið skipaði vaktarhald kring handlarnar við hesum stóru nøgdunum av rúsevnum.

Ikki er greitt, hvussu nógvar matvøruhandlar, talan er um, men tað skulu vera minst fýra í Brandenburg og sjey í Berlin.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at kokain verður funnið í banankassum. Í september vóru funnin 500 kilo á Brandenburg-leiðini.

Nøgdirnar, sum eru funnar í hesum umfarinum, høvdu havt eitt marknaðarvirði upp á næstan 30 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949