RSS

Tíðindi sum RSS-feed

Her er møguligt at fáa ymisk RSS-feed frá Kringvarpinum.

RSS frá forsíðuni

Eysturkommuna og ArtiCon hava skrivað undir sáttmála um at út- og umbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali, so hon verður dupult so stór sum nú.
25.04.2024 - 17:33
Bólkurin NEXUM úr Runavíkar kommunuskúla vann fyrr í dag Danmarksmeistaraheitið í íverksetan.
25.04.2024 - 16:28
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, skal nú gera eitt lógaruppskot, so teir útisiglarar, ið hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.
25.04.2024 - 15:28
Børnini í Vágs Skúla kunnu gleða seg til ein nýggjan sparkivøll, sum verður lagdur við skúlagarðin.
25.04.2024 - 15:22
Súlukongurin í Mykinesi fall fyri byrsuskoti hin 11. mai 1894, men tá hevði hann búleikast í Mykineshólmi í 34 ár
25.04.2024 - 14:00
Kommunan lýsti útvið 12.000 fermetrar av byggilendi til sølu, men eingin bjóðaði
25.04.2024 - 13:40
Ein bilur rendi á listarverkið, í sjálvari rundkoyringini niðri í tunlinum
25.04.2024 - 13:00
Tey, sum høvdu ætlað sær eitt av teimum 18 grundstykkjunum, sum Tórshavnar kommuna hevði í umbúna at selja fyri undirprís á Signabø, mugu brynja seg við toli.
25.04.2024 - 11:05
Luftrúmið yvir syðra part av Norra varð stongt tíðliga í morgun, og tað hevur havt nógvar seinkingar við sær í flogferðsluni í økinum.
25.04.2024 - 11:01
Um middagsleitið kemur amerikanski kavbáturin, USS Albany, í Nólsoyarfjørð.
25.04.2024 - 10:59
Tórshavnar Býráð vil nú kanna møguleikan at gera ein parkeringstunnil millum parkeringsøkið á Skálatrøð og Jóannes Paturssonar gøtu.
25.04.2024 - 10:52
Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla umboða í dag Føroyar í DM-kapping í íverksetan. Tey kappast við næmingar úr 8. til 10. flokki úr øllum Danmark og eisini Grønlandi.
25.04.2024 - 10:47
Tá ið minni enn tveir minuttir vóru eftir til dystarlok, sá vónleyst út hjá kollfirðingum, men við einum framúr endaspurti, eydaðist tað KÍF at vinna á H71
25.04.2024 - 09:09
Tað er til Løgmálaráðið, Umhvørvismálaráðið og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
24.04.2024 - 18:42
Í løtuni sýna 19 listafólk fram í Listasavni Føroya, og mentanarvikan varð sett í Runavík sunnudagin
24.04.2024 - 17:59