Samgongan vil ikki hækka barnafrádráttin, sum andstøðan mælir til

Samgongan vil ikki hækka barnafrádráttin, sum andstøðan mælir til
Størri barnafrádráttur í landsskattinum kostar 23 milliónir krónur. Hann er ikki fíggjaður, sigur samgongan. Tað er hann, sigur andstøðan
Føðideildin.
 
04.05.2024 - 15:52

Størri barnafrádráttur í landsskattinum kostar 23 milliónir krónur.

Og tær eru ikki fíggjaðar.

Tað ber ikki til, sum støðan er í landsbúskapinum.

Tað sigur samgongan um uppskotið hjá andstøðuni um at geva størri barnafrádrátt í landsskattinum.

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um málið.

Meirilutin, samgongan, mælir frá at samtykkja tað.
 
Ein avbjóðing við barnafrádrátti er, at hann er líka stórur hjá teimum, sum hava nógvar pengar sum hjá teimum, sum ikki hava so nógvar, sigur meirilutin.

Tað er í andsøgn við politikkin hjá samgonguni.

Tað vendir meira rætt at gera skattalættan, sum samgongan hevur framt, umframt betringar í barsilsskipanini, sigur meirilutin.

Skilagott kortini

Meirilutin avvísir kortini ikki, at átøk í barnafrádráttinum eru skilagóð.

Serliga, tá hugsað verður um, at so fáa børn vera fødd nú.

Og serliga, tá hugsað verður um barnafrádráttin hjá børnum, sum eru yngri enn sjey ár. 

Minnilutin, andstøðan, tekur sjálvandi undir við málinum, tí hon eigur tað.

Um fíggingina sigur minnilutin, at grønu stuðulsskipanirnar halda uppat komandi árini. 

Pengarnir, sum har vera spardir, fíggja barnafrádráttin og væl tað, sigur andstøðan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066