Heingja býráðssalin upp á veggin

Heingja býráðssalin upp á veggin
Klaksvíkar býráð hevur fingið nýtt fundarinnbúgv, sum hereftir verður brúkt, tá ið býráðið hevur fundir í býarsalinum í Varpinum.
Tá ið býráðsfundirnir eru lidnir, kann innbúgvið heingjast upp á veggin til næstu ferð, og hølini brúkast til annað virksemi
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
26.04.2024 - 16:57

Innbúgvið er lagað eftir høli og tørvi, so tað skal vera lætt at seta upp og at flyta.

Tað verður sett upp til hvønn býráðsfund og síðan tikið burtur eftir fundirnar, tí býarsalurin skal brúkast til fjølbroytt virksemi, so sum umboðan og ymisk tiltøk hjá kommununi.

Innbúgvið verður hongt á veggir í býarsalinum og umboðar nærfólkaræðið í kommununi.  

Tað varð fyrstu ferð roynt á býráðsfundi mikukvøldið, og Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at býráðslimirnar vóru væl nøgdir við nýggja og nýhugsandi innbúgvið.

Tað er Heini Weihe, sniðgevi, ið hevur sniðgivið og útvegað kommununi innbúgvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537