Gamla innflúgvingarskipanin er til at taka

Gamla innflúgvingarskipanin er til at taka
Um GPS sambandið rýkur, og tað ikki ber til at nýta RNP skipanina, so nýta vit gomlu innflúgvingarskipanina, sigur flogskipari hjá Atlantic Airways
07.05.2024 - 19:24

Gamla innflúgvingarskipanin í Vága Floghavn er enn týdningarmikil at hava. Hon er til at taka, um GPS sambandið rýkur.

- Vit uppliva ikki GPS álop á teimum støðum, har vit vanliga flúgva. Men onkuntíð um vit flúgva leiðuflúgving eystureftir, sigur Kurt Fossaberg, flogskipari.

Um tað skuldi hent, at eitt flogfar hjá Atlantic Airways, sum skal lenda í Vágum, missir GPS sambandið, er tó ikki vandi á ferð, vissar flogskiparin um.

Gamla innflúgvingarskipanina krevur tó betri sýni fyri at lenda. Tað eru fáir flogvallir, sum nýta GPS skipanina, men í Føroyum er tað ein fyrimunur.


Kundi enda við vanlukku

- Tað kundi enda við eini flogvanlukku. Tað siga uttanríkisráðharrarnir í baltisku londunum, eftir áhaldandi álop á GPS sambandið. Finnair er givið at flúgva til Tartu í Estlandi. Flogtrygdin er í vanda.

Síðstu tíðina eru fleiri órógandi álop gjørd á GPS sambandið, so at sambandið brádliga rýkur. Tað hevur millum annað rakt flogferðsluna meint.

Herfyri vóru tvey flogfør hjá finska flogfelagnum Finnair noydd at venda við, tá ið tey skuldu lenda í Tartu í Estlandi, tí tey mistu GPS sambandið og ikki kundu halda kósini. Tartu er 40 kilometrar frá russiska markinum 

- Um onkur sløkkir lyktirnar, tá ið tú koyrir um náttina, verður tað vandamikið, sigur Gabrielius Landsbergis, uttanríkisráðharri í Litaua við Financial Times.

TV2 í Danmark skrivar í drúgvari grein, at tað er nógv, sum peikar móti Kaliningrad í Russlandi. Hildið verður, at tað er skipað álop á netinum, sum verður framt frá eini russiskari hernaðarstøð har. 

Eingin hevur tó tikið ábyrgd fyri tey áhaldandi álopini á GPS netið.
 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653