- Tíðindi, mentan og ítróttur
Várdagar í Nes kommunu
Várdagar í Nes kommunu
Í morgin og eina viku fram eru Várdagar í Nes kommunu við hópin av tiltøkum, bæði innan- og uttandura.
26.04.2024 - 17:00
Lagt verður til brots í morginári klokkan 9 við morgunmati og so fara øll út at rudda, og á middegi er hugnaløta.
Síðan verður hildið fram við ymsum mentanartiltøkum og øðrum frá mánadegnum til fríggjakvøldið, tá ið altjóða tiltak er í tjaldinum og eisini sangløta.
Várdagarnir enda fríggjakvøldið, men hildið verður longu fram við næsta tiltakinum leygardagin, tá ið árligi Bátafestivalurin á Toftum er á skránni.
Hoyr samrøðu við Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu:
2024-04-26_Suni_i_Hjollum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV