Mugu hyggja til hini Norðanlondini

Mugu hyggja til hini Norðanlondini
Landsstýrismaðurin heldur, at vit kunnu spegla okkum í, hvussu hini Norðanlondini loysa trupulleikan við eitt nú PISA kanningum og skíggjanýtslu hjá børnum
Norðurlendsku útbúgvingarráðharrarnir.
Mynd: Kelda: Barna- og útbúgvingarmálaráðið.  
 
05.05.2024 - 14:25

- Vit kunnu spegla okkum í, hvussu hini Norðanlondini loysa trupulleikan við eitt nú PISA kanningum og skíggjanýtslu hjá børnum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ið júst er heimkomin av norðurlendskum útbúgvingarráðharrafundi í Svøríki.

Tað vóru serliga tvey evni á dagsskránni. 

Høvuðsevnið á fundinum var støðan innan sokallaðu STEM fakini, sum eru náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði, har ein trupulleiki er PISA kanningarnar.

Øll Norðanlondini kláraðu seg verri í seinastu PISA kanningini, sum serliga kannaði førleikarnar innan støddfrøðina. Eisini í Føroyum kláraðu næmingarnir seg verri enn í seinastu kanning.

Avbjóðingar eru eisini í fleiri Norðanlondum at fáa lesandi at velja hægri lestur innan náttúruvísindaligu økini. Serliga eru tað fáar kvinnur, sum velja at fara henda vegin.

Umrøtt var, hvørjar orsakirnar eru, og hvat kann verða gjørt.

Eitt annað evni, sum fylti nógv á fundinum, var skíggjaýtslan hjá børnum í skúlanum. Í øllum Norðanlondum verður strammað upp í telefon- og skíggjapolitikkinum í skúlunum, tí kanningar vísa, at tað ávirkar trivnaðin og læringina hjá børnunum, at tey eru ov bundin at skíggjum. Hetta er eisini eitt evni, sum arbeitt verður við í Føroyum.

Djoni_til_uf_kl14

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555