Bakkafrost eigur nú alingina í Svínoy

Bakkafrost eigur nú alingina í Svínoy
Bakkafrost átti í støðini frammanundan, men hevur nú tikið við øllum virkseminum
Í 2019 var farið at ala rognkelsi í Svínoy. Nú hevur Bakkafrost tikið við øllum virkseminum. (Savnsmynd)
 
22.11.2022 - 14:23

Bakkafrost hevur yvirtikið støðina, sum alir rognkelsi í Svínoy.

Fyritøkan hevur gjørt íløgur í støðina og vónar nú at fáa rakstur í hana.

Fyrr í ár doyði stjórin og ein av eigarunum, Sjúrður Jacobsen.

Bakkafrost átti í støðini, men hevur nú tikið við øllum virkseminum. Partapeningurin er 8,1 millión kr. 

Nevndin er tann sama sum í Bakkafrosti.

Petur Skeel Dahl verður dagligur leiðari á støðini.

Hoyr Rúna Olsen, sum er deildarleiðari fyri alingina hjá Bakkafrosti á landi, í útvarpstíðindunum:

 

23112022_Rognkelsi


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283