Føroya Tele 20 mió. kr. í avlopi eftir skatt

Føroya Tele 20 mió. kr. í avlopi eftir skatt
Á aðalfundinum í gjár var samtykt at lata landsstýrinum, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti
Føroya Tele-samtakið gjørdi íløgur fyri 184 milliónir krónur í fjør.
 
01.05.2024 - 08:44

Føroya Tele hevði 20 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2023. 

Kappingarmál kosta nógv, avseting til sekt í 100 GB-málinum, settar eru av tríggjar milliónir til ta sektina, og seks milliónir krónur í niðurskriving av Huawei-kjarnuútgerðini gjørdu, at ársúrslitið gjørdist nakað lakari enn ætlað, sigur Føroya Tele.

20 milliónir eru tó meira enn í 2022, tá úrslitið var 14 milliónir eftir skatt.

Men tað var góðar 40 milliónir í 2021.

Føroya Tele-samtakið gjørdi íløgur fyri 184 milliónir krónur í fjør.

 

Bjarni Arnason heldur fram sum nevndarformaður í Føroya Tele. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

30 mió. í vinningsbýti

Á aðalfundinum í gjár var samtykt at lata landsstýrinum, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. 

Tað er tað sama sum í 2022 og 2021.

Skuldin var 338 milliónir. Hon var 225 milliónir við ársenda 2022.

Í samtaksnevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen.

Landsstýrið hevur valt tey.

Starvsfólkini hava valt Ólav Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303