Icelandair flýgur nú aftur til Føroya

Icelandair flýgur nú aftur til Føroya
Flogfarið hjá felagnum kemur í dag kl. 11.20, og tá ger Vága floghavn eitt sindur burturúr
Tað er flogfar av hesum slagnum, Dash 8, sum Icelandair fer at brúka á føroyarutuni.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.05.2024 - 08:24

Icelandair er nú aftur farið at flúgva til Føroya.

Flogfarið hjá felagnum kemur í dag kl. 11.20, og tá ger Vága floghavn eitt sindur burturúr.

Flogið verður millum Keflavík og Vágar frá í dag til 26.oktober fimm til seks ferðir um vikuna.

Flogferðin tekur tveir tímar.

Flogførini eru Dash 8. Tey taka 75 ferðafólk. 

Samstarv er millum Atlantic Airways og Icelandair.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303