Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap

Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap
Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland, eitt er á Flemish Kap, og eitt er á veg hagar
Fiskaríið er smáligt hjá útróðrarbátum. Nógvir royna við snellu. (Savnsmynd)
 
29.04.2024 - 10:38

Nú fáa útróðrarbátarnir aftur lítið av fiski, sambært Fiskamarknaðinum.

Streymurin er hampiligur og veðrið verður gott í vikuni.

Fiskaríið er smáligt hjá útróðrarbátum. Nógvir royna við snellu.

Annað ísfiskalínuskipið er úti. Tað fiskar longu og brosmu. 

Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland, eitt er á Flemish Kap, og eitt er á veg hagar. Eitt frystilínuskip liggur.

Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. Ein frystitrolari er við Føroyar, og ein er við Flemish Kap. 

 

Fimm pør fiska upsa

Um partrolarar verður sagt, at fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks og eitt par liggur við bryggju. Fiskaríið hevur verið hampiligt, men er minni nú. 

Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk, hýsu og flatfisk.

Fiskaríið er brúkiligt. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Tey hava brúkiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949