1. maidagshald í Havn og Vestmanna

1. maidagshald í Havn og Vestmanna
Millum røðararnar í Vágsbotni verður Jóanes Nielsen, rithøvundur
Jóanes Nielsen, rithøvundur, verður millum røðararnar á 1. maidagshaldinum í Havn.
 
01.05.2024 - 09:41

Í dag, 1. mai, er altjóða arbeiðaradagur. 

Arbeiðaradagurin verður vanliga hildin um allan heim, har ljós verður varpað á korini hjá verkafólki og løntakarum og viðurskiftini í vælferðarsamfelagnum.

1. maidagshaldið í Vágsbotni í Havn verður sent í útvarpinum seinnapartin klokkan 16. 

Røðarar í ár verða Marianna S. Hansen, lærlingur, Kári Johansen, býráðslimur, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.

Havnar Hornorkestur og Hinumegin Ringvegin Trio spæla í sambandi við haldið.

Fyriskipararnir siga, at tulkur verður til staðar, og økið verður stongt fyri ferðslu.

 

 

Á Reyða torginum í Vestmanna verður 1. maidagshald eisini klokkan 16.

Røðarar í Vestmanna verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303