Nótaskipini missa 3.500 tons hvørt av nýggja svartkjaftabýtinum

Nótaskipini missa 3.500 tons hvørt av nýggja svartkjaftabýtinum
Nótaskip halda ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum
Katrin Jóhanna søkklaðin við svartkjaftalast. Felagið Nótaskip sigur, at nýggja kunngerðin um svartkjaftabýtið hevur við sær, at nótaskipini missa 3.512 tons av svartkjafti hvørt.
 
29.04.2024 - 13:26

Nótaskipini missa 3.512 tons av svartkjafti hvørt.

Og tey fýra ídnaðarskipini missa ávikavist 3.749, 424 og 33 tons hvørt.

Tað sigur felagið Nótaskip um nýggju kunngerðina um svartkjaftabýtið.

35.000 tons vera latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið hjá hvørjum fiskifari er 2500 tons.

Nótaskip halda ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum.

Um tað ber til, hvat annað kunnu vit so vænta, spyr felagið.

 

Annfinn Olsen, nevndarlimur í Nótaskipum. (Savnsmynd)

 

Løgfrøðingur kannað málið

Felagið hevur fingið ein løgfrøðing at kanna málið.

Hansara niðurstøða er tann sama sum hjá felagnum.

Landsstýrismaðurin hevur onga heimild at broyta í kunngerð svartkjaftabýtið í sjófeingislógini, sigur løgfrøðingurin.

 

Umhugsa at stevna

Annfinn Olsen, reiðari og nevndarlimur í Nótaskipum, segði við Útvarpið í síðstu viku, at limirnir í felagnum umhugsa at stevna landsstýrinum.

Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum, sigur, at nevndin hevur ikki havt fund um tann møguleikan enn.

So hann fær ikki sagt, um Fiskimálaráðið verður stevnt.

Ein avtala var gjørd í 2009 um svartkjaftabýtið. Hana brýtur landsstýrismaðurin við nýggju kunngerðini, siga Nótaskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958