Bretland: Tekin um triðju alduna

bannari
Bretland: Tekin um triðju alduna
Bara í gjár vóru 3.000 nýggir smittutilburðir
Løtumynd frá Regent Street á jólum. Nú er líkt til, at triðja koronubylgjan rakar landið
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
01.06.2021 - 07:21

Triðja aldan av koronu er ávegis í Bretlandi. Tað sigur Ravi Gupta, professari, sum ráðgevur stjórnini í koronaspurningum, við BBC.

Hann sigur, at tilburðirnir ikki eru so nógvir enn, men líkt er til, at tað er indiska slagið av koronu, sum nú fer at gera um seg.

Í gjár vórðu 3.000 nýggir tilburðir av koronu í Bretlandi, tilburðirnir eru øktir hvønn dag, seinastu fimm dagarnar.

Allar aldur byrja smáar, men tær vaksa spakuliga, og tað hevur týdning at siga, at triðja aldan er á veg, sigur Ravi Gupta við BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098