Útseta koppseting við Johnson&Johnson í Evropa

bannari
Útseta koppseting við Johnson&Johnson í Evropa
Enn er óvist, hvussu leingi fyritøkan útsetir ætlanina at senda koppingarevnið á evropeiska marknaðin
 
13.04.2021 - 15:59

Heilivágsfyritøkan Johnson&Johnson útsetir nú koppsetingina í Evropa. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Fyrr í dag frættist, eftir at amerikansku heilsumyndugleikarnir hava avgjørt at steðga á við koppingarevninum frá Johnson&Johnson eftir seks fráboðanir um blóðtøppar millum fólk, sum vóru koppsett.

- Vit eru vorðin varug við sjáldsamar tilburðir av blóðtøppi hjá fólkum, sum hava lágt tal av blóðplátum, sum hava fingið koppsetingina, sigur Johnson&Johnson í tíðindaskrivinum.

Hetta er sama gongd, sum vísti seg við koppingarevninum frá Astra Zeneca, skrivar danska TV2.

Enn er óvist, hvussu leingi Johnson& Johnson útseta ætlanina at senda koppingarevnið á evropeiska marknaðin.

Eftir ætlan skuldi Danmark fáa teir fyrstu góðu 30.000 skamtarnar av Johnson&Johnson í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098