Armin Laschet nýggjur formaður í CDU

Armin Laschet nýggjur formaður í CDU
Laschet fekk 521 atkvøður, tá komið var til aðru atkvøðugreiðsluna og atkvøðast skuldi millum Armin Laschet og Friedrich Merz, ið fekk 466 atkvøður.
Armin Laschet, nýggi formaðurin í týskastjørnarflokkin CDU
 
16.01.2021 - 11:13

Armin Laschet er valdur sum nýggjur formaður í týska stjórnarflokkinum, CDU. Tað varð avgjørt á talgildum landsfundi í dag, har 1.001 fólk høvdu fingið tillutað rætt at atkvøða um nýggja formannin.

Laschet fekk 521 atkvøður, tá komið var til aðru atkvøðugreiðsluna og atkvøðast skuldi millum Armin Laschet og Friedrich Merz, ið fekk 466 atkvøður.

Armin Laschet er stjórnarforseti í Nordrhein-Westfalen. Hann hevur verið ein dyggur stuðul hjá Merkel og verður sagdur at vera eins semjusøkjandi yvir miðjásina í týskum politikki, sum Angela Merkel.

Friedrich Merz hevur verið ein av mótsøðumonnunum hjá Merkel í flokkinum. Hann er eisini ógvuliga væl umtóktur millum vanligu limirnar í flokkinum, og var eisini líka við at vinna formansvalið í 2018. Nú trý ár seinni var hann aftur í uppskoti, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at vinna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098