Bretland setur bann fyri Huawei

Bretland setur bann fyri Huawei
Bannið kemur í gildi í september næsta ár, og forboð verður eisini sett fyri at keypa nýggja útgerð frá Huawei longu á nýggjárinum
Øll útgerð frá Huawei skal verða tikin úr fjarskiftiskervinum í Bretlandi í seinasta lagi um sjey ár
 
30.11.2020 - 09:01

Bretska stjórnin hevur sett bann fyri at brúka 5G-útgerð frá kinesiska telerisanum, Huawei, frá september næsta ár.

Vit taka stór stig fyri at gerast eitt av londunum, sum hava strangastu trygdarreglur fyri telesamskifti, sigur bretski ráðharrin fyri miðlar, ítrótt og mentan, Oliver Dowden.

Í dag leggur stjórnin fram nýggja trygdarlóg í parlamentinum.

Týdningarmikil partur av trygdarlógini snýr seg um stríðið móti hátrygdarfeløgum, og vit hava framsókna tíðarætlan fyri at fáa Huawei-útgerð burtur úr 5G-netverkinum hjá okkum fyri 2027, sigur Dowden.

Á svartalista

Kineskar telesamskiftisfyritøkur er settar á svartalista í fleiri londum í vesturheiminum, tí stúrt verður fyri, at kinesiskir myndugleikar nýta feløgini til at njósnast eftir útlendskum ríkisborgarum. 

Bretska stjórnin boðaði longu í juli frá, at hon fer at útihýsa Huawei, tí stúrt verður fyri trygdini. Bretland setur eisini bann fyri at keypa nýggja 5G-útgerð frá Huawei eftir 31. desember.

Dowden segði tá, at partar av utgerðini, sum longu er í nýtslu, íroknað 4G-undirstøðukervið, skulu takast burtur í seinasta lagi í 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098