Viðgera atsóknina í París sum yvirgang

Viðgera atsóknina í París sum yvirgang
Í minsta lagi tvey fólk vórðu illa særd, men tey eru ikki í lívsvanda
Atsóknin í París í dag var í sama bygningi, har satirublaðið Charlie Hebdo helt til fyri nøkrum árum síðani
 
25.09.2020 - 15:16

Franska løgreglan hevur handtikið tvey fólk í sambandi við atsóknina í París fyrr í dag.

Í minsta lagi tvey fólk vórðu álvarsliga særd, men tey eru ikki í lívsvanda. Bæði fólkini starvaðust í sama bygningi, sum satirublaðið, Charlie Hebdo, gjørdi fyri nøkrum árum síðani.

Franskir miðlar siga, at ein maður stakk bæði fólkini við knívi.

Franskir myndugleikar siga, at annar persónurin varð tikin á Bastille-torginum, umleið ein kilometur frá skrivstovubygninginum. Seinni varð ein persónur aftrat tikin nærindis gerningsstaðnum.

Yvirgangsálop

Myndugleikarnir siga, at málið verður kannað sum eitt yvirgangsálop. 

Løgreglan hevur avbyrgt býarpartin, har atsóknin var, og fólk hava fingið boð um at halda seg innandura. Skúlar, vøggustovur, røktarheim og aðrir stovnar hava latið aftur fyribils.

Prentaðu tekningar uppaftur

Fyrst í hesum mánaðinum prentaði satirublaðið, Charlie Hebdo, Muhammed-tekningarnar uppaftur.

Tað varð gjørt í sambandi við rættarmálið móti 14 fólkum, sum eru ákærd fyri at hava havt samband við yvirgangsatsóknina at Charlie Hebdo og at einum jødiskum handli í París í 2015.

Yvirgangsfelagsskapurin, al-Qaeda, hótti tá við at skipa fyri einari hevndaratsókn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098