Bretland hóttir við at rýma frá samráðingunum

Bretland hóttir við at rýma frá samráðingunum
Úrslitið kann vera, at eingin avtala verður við ES á nýggjárinum
Bretski forsætisráðharrin hevur gjørt greitt, at Bretland broytir ikki støðu fyri at fáa semju við ES
 
07.09.2020 - 15:10

Vandi er fyri, at Bretland loypur frá fráfaringaravtaluni við ES og sostatt allari Brexit-avtaluni, skrivar Financial Times.

Tað merkir, at Bretland í staðin fer úr innara marknaðinum við ongari avtalu.

Bretland fór formliga úr ES í januar, men ES-reglurnar eru galdandi í skiftistíðini, sum endar í desember.

Samstundis hava tingingar verið um handilsavtalu.

Samráðingar aftur í morgin

Áttanda samráðingarumfar byrjar í morgin. Síðani skulu partarnir tingast um skatta- og tollskipanir fyri handilin millum fyritøkur.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur sett nýtt evstamark fyri fríhandilsavtalu við ES, áðrenn samráðingarnar verða tiknar uppaftur í London.

Johnson sigur í skrivligari fráboðan, at handilsavtalan má verða klár í seinasta lagi 15. oktober. 

Verður hon ikki tað, rýmir Bretland frá samráðingunum.

Johnson hevur fyrr hótt við sonevndum hørðum brexit, um partarnir ikki semjast um eina avtalu millum Bretland og ES fyri árskiftið.

Bretskir ráðharrar fyrireika nýggjar lógir, sum skúgva til viks grundleggjandi partar av fráfaringaravtaluni við ES, skrivar BBC.

Tá Bretland fer úr innara ES-marknaðinum og tollsamstarvinum seint í ár, skulu fyrivarni fremja handilin millum Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland.
 
Lógaruppskotið snýr seg m.a. um ríkisstuðul og markið millum Írland og Norðurírland.

Johnson hvassorðaður

Undan næsta samráðingarumfari, er Boris Johnson vorðin meira hvassorðaður. Hann minnir á, at bara fimm og ein hálv vika eru eftir at samráðast um nýggja avtalu.

- Vit mugu semjast við evropisku vinir okkara fyri ES-fundin 15. oktober. Megna vit ikki tað, síggi eg ongan møguleika fyri fríhandilsavtalu okkara millum, og so mugu vit góðtaka tað og koma víðari.

Boris Johnson sigur eisini, at hann harmast ikki, um eingin handilsavtala spyrst burturúr. Heldur tvørturímóti er tað jaligt.

Sambært honum, broytir Bretland ikki støðu fyri at fáa semju.

Bretska blaðið The Guardian vísir til Thomas Sampson, professara í búskapi við London School of Economics, sum í síðstu viku segði, at brexit við ongari fríhandilsavtalu kann gerast sera dýrt, dýrari enn búskaparaligi skelkurin, sum covid-19 hevur elvt til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012