Súlukongurin í Mykinesi - ein ljóðmynd eftir Magna Arge

Súlukongurin í Mykinesi - ein ljóðmynd eftir Magna Arge
Súlukongurin í Mykinesi fall fyri byrsuskoti hin 11. mai 1894, men tá hevði hann búleikast í Mykineshólmi í 34 ár
 
25.04.2024 - 14:00

11. mai 1894 hoyrdist ein hvøllur brestur úti í Mykinesi. 

Tá ekkóini frá byrsuskotinum høvdu lagt seg, lá Súlukongurin eftirá. 

Tá hevði Skúlukongurin búleikast í Mykineshólmi í 34 ár, og mundi eisini kenna seg tryggan hendan dagin, tá byrsuskotið feldi hann.

 

Súlukongurin var serligur

Meðan hann livdi, høvdu Mykinefólk eyguni eftir Súlukonginum og góvu honum serstakt navn, tí hann var serligur.

Tíðindini um hansara deyða frættist eisini út um allan heim, tá granskarar varnaðust hvør súlukongurin veruliga var.

Slóðirnar eftir Súlukongin í Mykinesi eru nógvar, bæði í Føroyum og úti í heimi, og vit fara at hoyra um fleiri teirra í krýnikuni um Súlukongin, sum byrjar í Mykinesi. 

 

Hvat: Súlukongurin í Mykinesi
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Dýrabiðidag, eftir tíðindini kl. 14.20

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444