Eingin áhugi at byggja íbúðir á Viðareiði

Eingin áhugi at byggja íbúðir á Viðareiði
Kommunan lýsti útvið 12.000 fermetrar av byggilendi til sølu, men eingin bjóðaði
Mynd: Viðareiðis Kommuna  
 
25.04.2024 - 13:40

Einki tilboð var komið, tá ið freistin at bjóða uppá at byggja íbúðir á Viðareiði var farin. 

Viðareiðis kommuna hevði annars bjóðað eina ogn á 11.495 m2 til sølu til íbúðarbygging, men tað var eingin áhugi. 

-Vit eru sera hørm um tað, og tað er sera óheppi, sigur Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði. 

Hon leggur aftrat, at tørvurin á at fáa nakað at búgva í á Viðareiði er stórur. Men tíðin er kanska ikki tann rætta. 

Bygdaráðið fer nú at seta seg saman aftur og finna útav, hvat víðari skal henda, sigur Marita Sumberg. 

Tað var annars 8. mars, at Viðareiðis kommuna bjóðaði út eitt stórt øki, sum kundi nýtast til eitt nú at byggja íbúðir, lutaíbúðir og eigaraíbúðir. 

Freistin at bjóða var týsdagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444