Bara ein umsókn, tann sama, sum var frammanundan

Bara ein umsókn, tann sama, sum var frammanundan
Heilsufrøðiliga starvsstova fekk ikki fleiri umsóknir um loyvi at ala rognkelsi í Svínoynni
Loyvt verður at ala rognkelsi á landi í Svínoynni.
 
02.07.2018 - 12:15

Tað er bara tann eina umsóknin um at ala rognkelsi á landi í Svínoy.

Eingin søkti um loyvið, sum varð lýst leyst herfyri.

Heilsufrøðiliga starvsstova hevði eina umsókn liggjandi, men lýsti loyvið leyst at søkja, so onnur feløg eisini kundu bjóða seg fram.

Freistin er farin, og eingin søkti.

Kunngerð broytt

Tann, sum sjálvboðin hevur søkt, kann tí vænta sær tilsøgn um aliloyvi við teimum treytum, sum eru í alilógini, sigur alideildin hjá Heilsufrøðiliga starvsstova.

Broyting er gjørd í kunngerðini um sjúkufyribyrging í alibrúkum.

Nú stendur í kunngerðini, at Svínoyarvík er góðkend til landaling av rognkelsum. 

Rognkelsi verða brúkt til at taka lús av laksi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283