- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur, greiðir frá evninum í sendingini.
Á enskum kallast frásagnarmedisin Narrative Medicine, og hetta ástøðið hevur ment seg til eitt akademiskt fak.
Endamálið er at læra heilsustarvsfólk at síggja heimin úr sjónarhorninum hjá sjúklinginum, tí ikki fyrr enn tú gert tað, kanst tú veita fullgóða sjúkrarøkt.
Hon, sum hevur ment ástøðið um frásagnarmedisin, kallast Rita Charon. Hon er bæði lækni og bókmentafrøðingur.
Sambandið millum heilsustarvsfólk og sjúkling er sum sambandið millum høvund og lesara, sigur Charon. Sjúklingurin er høvundurin, og lesarin, sum skal skilja søguna, er heilsustarvsfólkið.
Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað masterritgerð um evnið á Føroyamálsdeildini og heldur, at tað kann byggja brýr millum deildina og ymsar heilsuútbúgvingar.
Páll Danielsen lesur burtur úr stuttsøguni, sum vann, tá Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipaði fyri stuttsøgukapping í 2022.
Uni Arge leggur til rættis.