- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Fríggjakvøldið vórðu Geyta-virðislønin og Áskoðaravirðislønin handað í Norðurlandahúsinum.
Fimm stuttfilmar kappaðust um virðislønirnar, og "Sæla", sum Katrin Joensen-Næs leikstjórnaði, vann Geytan. Áskoðaravirðislønina vann "Død af grin" við Terja Mohr sum leikstjóra.
Í sendingini spyrja vit stýrisformannin í Filmshúsinum, Jan Berg Jørgensen, nær føroyskur filmur fer at gera seg galdandi uttanlands.
Hann svarar, at føroyskur filmur longu mennist. Hann flytur seg frá ítrivi til vinnu, og alsamt fleiri ungfólk virka sum leikstjórar og filmsskaparar.
Avgerandi er, at føroyingar framleiða film javnt og samt. Siga vit søgur á filmi sannførandi fyri okkum sjálvum, fara søgurnar eisini at rigga uttanlands, heldur hann.
Í sendingini hitta vit eisini nýggja leiðaran í Filmshúsinum, Marjuna Niclasen, og Gudmund Helmsdal, sum er í ferð við at gera tveir stórfilmar.
Eisini sigur Michael Koba sína hugsan um filmarnar, sum vórðu vístir í sambandi við Geyta-tiltakið.
Uni Arge leggur til rættis.