Vágskálin

Vágskálin: Skaldsøga um avbjóðingar hjá dagsins ungdómi
13-03-2024
Skaldsøgan "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy verður viðgjørd í sendingini

Hetta er onnur skaldsøgan hjá viðoyinginum, Daniali Viðoy. Tann fyrra kallaðist "Tvístøða".

 

"Rangstøða" er framhald av teirri skaldsøguni, men kann lesast sum sjálvstøðug søga. 

 

Bartal er farin til Danmarkar at lesa. Hann gongur saman við Báru, men tað verður til onkis teirra millum, tí hann fer við Marionnu. Vinmaðurin, Sjúrður, situr í rullustóli, tí hann tók rúsevni á Summarfestivalinum. Bartal vil finna útav, hvat hendi. 

 

Sanna Klein og Sámal Soll ummæla skaldsøguna og halda, at hon er ein góð samtíðarlýsing av ungdómslívi. 

 

Nógv verður ballast í søguni, og hetta tykist at vera í lagi, men taka fólk rúsevnir, er tað strangliga bannað.

 

Høvundurin letur høvuðspersónin gera nógvar áhugaverdar eygleiðingar, eisini um føroyingar og teirra atburð. 

 

Lýsingarnar av kynslívi eru ikki so fáar, og ofta er myndamálið í tí sambandi stuttligt.

 

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Á fyrsta sinni verða røður ummæltar í sendingini, og talan er um tríggjar flaggrøður og eina 1. mai dags røðu
08-05-2024
Fyrst í apríl settu almennu Føroyar sjøtul á stórt mentanarligt framtak í New York
01-05-2024
Á vágskálini hesaferð er stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
17-04-2024
Á vágskálina hesaferð leggja vit til skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur" hjá Katrini Ottarsdóttir
10-04-2024
Vágskálin hesaferð snýr seg um móðurmálið, V. U. Hammershaimb og stavseting
03-04-2024
Ævisøgan um Robert McBirnie eftir Hilmar Jan Hansen verður vigað á vágskálini
27-03-2024
Frásagnarmedisin snýr seg um, at heilsustarvsfólk við at læra at greina bókmentir betur kunnu skilja sjúklingarnar.
20-03-2024
Skaldsøgan "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy verður viðgjørd í sendingini
13-03-2024
Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson eru gestir í sendingini hesaferð
06-03-2024
Bókin sum Sonnu Dahl úr Vági verður løgd á vágskálina
27-02-2024
Ævisøgan hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, er til viðgerðar
21-02-2024
Vit umrøða hesaferð árliga Geyta-tiltakið og spyrja, nær føroyskur filmur fær sítt gjøgnumbrot uttanlands
14-02-2024