Vágskálin

Vágskálin: 80 ára gamlir og framvegis alvirknir
06-03-2024
Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson eru gestir í sendingini hesaferð

Vit eru á risastóru framsýningini hjá Bárði Jákupssyni í Müllers Pakkhúsi í Havn og tosa við hann um eitt langt lív í listini, nú hann er vorðin 80 ár.

Hann greiðir m.a. frá síni tíð sum lærari á Føroya Fólkaháskúla, leiðari á Føroya Fornminnissavni og stjóri á Listasavni Føroya.

Kinna Poulsen ummælir framsýningina í Müllers pakkhúsi og heldur, at hon er bæði áhugaverd og stórtøkin.

Tróndur Patursson og Brandur Patursson sýna fram í Listasavni Føroya í sambandi við, at Tróndur 1. mars fylti 80.

Fyrr hjálpti Brandur nógv pápanum at skapa listaverk, men nú hjálpir Tróndur nógv oftari soninum at skapa síni egnu verk.

Náttúruan hevur givið teimum báðum størsta íblásturin, og hetta sæst eisini á framsýningini. Kinna Poulsen ummælir hana.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Á fyrsta sinni verða røður ummæltar í sendingini, og talan er um tríggjar flaggrøður og eina 1. mai dags røðu
08-05-2024
Fyrst í apríl settu almennu Føroyar sjøtul á stórt mentanarligt framtak í New York
01-05-2024
Á vágskálini hesaferð er stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
17-04-2024
Á vágskálina hesaferð leggja vit til skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur" hjá Katrini Ottarsdóttir
10-04-2024
Vágskálin hesaferð snýr seg um móðurmálið, V. U. Hammershaimb og stavseting
03-04-2024
Ævisøgan um Robert McBirnie eftir Hilmar Jan Hansen verður vigað á vágskálini
27-03-2024
Frásagnarmedisin snýr seg um, at heilsustarvsfólk við at læra at greina bókmentir betur kunnu skilja sjúklingarnar.
20-03-2024
Skaldsøgan "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy verður viðgjørd í sendingini
13-03-2024
Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson eru gestir í sendingini hesaferð
06-03-2024
Bókin sum Sonnu Dahl úr Vági verður løgd á vágskálina
27-02-2024
Ævisøgan hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, er til viðgerðar
21-02-2024
Vit umrøða hesaferð árliga Geyta-tiltakið og spyrja, nær føroyskur filmur fær sítt gjøgnumbrot uttanlands
14-02-2024