- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Søgan snýr seg um tann 13-14 ára gamla Terja, sum veksur upp í Havn í fimmtiárunum.
Familjan er væl fyri, men sambandið millum mammuna og pápan er ikki bara gott.
Terji ferðast nógv út á bygd at vitja skyldfólk, og at vera í báti dámar honum einabest.
Í skúlanum stendur hann seg væl, men har er mangan spenningur í luftini.
Viðhvørt happa lærarar næmingarnar, og viðhvørt fáa næmingarnir øði í lærararnar.
Sanna Klein og Sámal Soll ummæla "Millumskúlaár".
Tey halda, at høvundurin kundi gjørt meira burtur úr teimum óunniligu viðurskiftunum, hann umrøður. Tað hevði gjørt søguna meira spennandi.
Bókin er kortini upplýsandi, hevur góðar náttúrulýsingar og lýsir væl eina farna tíð í Føroyum.
Páll Danielsen lesur brot úr bókini.
Uni Arge leggur til rættis.