Nýbrot í føroyskari flogsøgu

Talan var um eitt nýbrot í føroyskari flogsøgu, tá Boeing 757-200-farmaflogfarið hjá FarCargo setti seg í Vága Floghavn. 

"Eysturoy", sum flogfarið nevnist, er fyrsta føroyska farmaflogfarið nakrantíð. 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Fyrsta ferðin til Føroya hjá farmaflogfarinum bleiv eisini skilmarkað við einari lágari flúgving yvir flogvøllinum. 

Heimligi miðlaheimurin var møttur mannsterkur upp at taka ímóti "Eysturoy". 

So er løtan komin tá flogfarið hjá FarCargo setur seg á flogvøllin í Vágum.

"Eysturoy" er, sum kunnigt, av slagnum. Boeing 757-200F. Tað røkkur 7000 kilometrar og kann tískil bjóða sínum viðskiftafólkum at flúgva til støð í Evropa og sjálvt í Miðeystur. Flogfarið lastar 34 tons. 

Ein søgulig mynd, tá flogfarið hjá FarCargo parkeraði uttan fyri móttøkuhøllina. 

Tað eru Hans Meinhard á Høgabóli og Heðin Krett flogskiparar, sum hava flogið Boeing 757-200F flogfarið heim til Føroya.

Fyrsta laksalastin skal av landinum týsdagin, 5. mars, og tað bleiv beinanvegin gjørt klárt at lasta "Eysturoy". 

Nýggja farmaleiðin millum Føroyar og útheimin gevur eisini nýggjar og spennandi avbjóðingar fyri starvsfólkini á flogvøllinum.

Høvuðsvirksemið hjá FarCargo verður at flúgva laks millum Vágar floghavn og Newark-flogvøllin í New York, umvegis flogvøllin í Keflavík í Íslandi. Heimferðin verður frá Newark og til Billund í Danmark, áðrenn flogið verður aftur til Føroya. 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum eigur FarCargo, var hjástaddur, tá nýggja farmaflogfarið setti seg í Føroyum fyrstu ferð. 

Hanus V. Jacobsen, stjóri í FarCargo, vónar, at innflutningsfyritøkurnar í Føroyum fara at síggja møguleikan fyri loftvegis innflutningi, ið kemur við Eysturoy, eitt nú av feskari frukt og grønmeti úr USA. 

Stýrihúsið á Boeing 757-200F.

Er kopiera