Føroyingar til DM í íverksetan

Føroyingar til DM í íverksetan
Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla umboða í dag Føroyar í DM-kapping í íverksetan. Tey kappast við næmingar úr 8. til 10. flokki úr øllum Danmark og eisini Grønlandi.
NeXum úr Runavíkar kommunuskúla kappast í dag í DM í íverksetan. Høgrumegin frá eru tey í NeXum Petra Jonhardsdóttir Geyti, Leivur Lassen, Miriam Bogadóttir Brekku og Luna Klein Joensen
Mynd: Íverksetarahúsið  
 
25.04.2024 - 10:47

Næmingarnir úr Runavíkar skúla hava í bólkinum Nexum ment eitt hugskot til eina app, sum skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði.

Tey fýra í bólkinum eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Nexum vann Skúla-FM í íverksetan, sum varð hildið fyrr í ár. 

DM í íverksetan, sum altso er við føroyskari luttøku, verður hildið í danska býnum Kolding í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444