50 føroyskar fyritøkur og 174 vinnulívsfólk á ráðstevnu í Barcelona

50 føroyskar fyritøkur og 174 vinnulívsfólk á ráðstevnu í Barcelona
SEG er millum størstu ráðstevnur í heiminum og er miðdepil fyri innovation og samstarv í sjógætis- og fiski ídnaðin
Eitt stórt ferðalið av føroyskum vinnulívsfólk luttaka í SEG ráðstevnuni í Barcelona. Mynd 62°N Vinna
 
22.04.2024 - 14:31

Í morgun fóru fleiri enn 50 føroyskar fyritøkur, 174 vinnulívsfólk, á ferð til Barcelona fyri at vera við á stóru ráðstevnuni SEG, Seafood Expo Global 2024.

SEG er millum størstu ráðstevnur í heiminum og er miðdepil fyri innovation og samstarv í sjógætis- og fiski ídnaðin.

Ráðstevnan gevur møguleika fyri at netverka, deilda vitan og síggja nýggjastu tøknina í vinnuni. Tað skrivar 62°N Vinna í tíðindaskrivi, sum samskipar ferðina fyri føroysku fyritøkurnar.

- Tað er umráðandi fyri fyritøkur at luttaka fyri at røkja samstørv, sigur Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi í Vinnuhúsinum, sum fer við á ráðstevnuna. 

 

Bara_Gunnarsdottir_21042024

 

Á SEG sýna fleiri av føroysku fyritøkunum fram føroyska sjógætis rávøru og tænastu. Eisini eru fleiri fyritøkur og vinnulívsfólk farin á SEG fyri at ogna sær vitan innan nýggjastu tøknina og marknaðargongdina í sjó- og fiskivinnuni. Hetta er týðandi fyri áhaldandi at vera kappingarfør á altjóða marknaðinum og somuleiðis skapa samband við altjóða samstarvspartnarar.

SEG Seafood Expo Global er í tveir dagar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444