Málteigurin

Vreiði og vreiða
18-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman

Í morgunlestrinum herfyri var orðið vreiði brúkt sum kvennkynsorð, tá ið prestur segði:

  • "Vreiðan hevur ræðuligar fylgjur"
  • "Vreiða er ein sterk kensla".


Tað eru tvær ymiskar bendingar av kvennkynsorðum, sum enda við -i. Onnur fevnir um orð sum t.d. gleði, elli, møði, vreiði, -frøði, -semi, -speki.

Hesi orðini eita tað sama í øllum føllum í eintali:

  • Stór gleði var á fólki.
  • Hon lesur bókmentafrøði.
  • Hann var darvaður av møði.

Sjáldan nýtt í fleirtali og fáa har -ir í hvørfalli og hvønnfalli, men orðini verða ikki nýtt í hvørjumfalli fleirtali.

Hin bendingin er gomul og á veg út úr málinum.

Tað eru orðini byrði, ermi, heiði, oyri, veiði.

Ein byrði er blivið til byrða, ein ermi til erma, ein veiða til veiða, og so verða tey bend eins og vanlig veikt bend kvennkynsorð, sum genta.

Tað kann hugsast, at tá ið onkur sigur vreiða í staðin fyri vreiði, at her er bland komið við orð sum veiði > veiða.

Lektiecafé
Síggi onkur bjóðar inn til "lektie café". Er orðið "lektie" viðurkent orð á føroyskum, spyr lurtari.

Elin Henriksen greiðir frá, at orðið lektia stavar úr latíni: lectio, sum hevur ymsar merkingar, og tann, sum her er viðkomandi, er tað at lesa, lesing. Orðið er eisini uppruni til orð sum legenda (halgisøga), lektari og lektión.

Orðið lektia er komið so mikið tíðliga inn í norrønt, at tað stendur í fornnorrønum orðabókum: lektia við merkingini lestur, og tá kann eisini verða sipað til lestur úr bíbliuni.

- Vit hava ongan 'myndugleika', sum kann siga, hvat er viðurkent og ikki. Men tá ið tøkuorð úr latíni eru komin so tíðliga inn í norrønt, og tey eisini hava fingið norðurlendska bending, framburð og stavseting, verða tey vanliga góðtikin.

Orðið er mangan brúkt, og stavsetingin er við s: leksia, leksiur. Veikt bend kvennkyn.

 

Orð og orðingar

Ymsir spurningar, sum hava ligið leingi og bíða eftir svari, verða svaraðir í dag.

Vit tosa um orðini støðusnildi, konfirmantur, politikkur, slitin ella avbrotin og búfólk.

Eisini viðgera við orðingarnar í mínari verð og hatta klárar tú sum ein svisk.

Í sendingini verður víst til seðlasavnið hjá Fróðskaparsetrinum, sum er á hesum leinkinum
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023