Málteigurin

Vitlíki og 'vittlíki' eru bæði í lagi
18-12-2023
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum

Umboð fyri Málráðið, Føroysk miðlafólk og Føroyamál valdu ársins orð, sum er vitlíki.

Alt fyri eitt tók kjak seg upp um hetta orðið, og millum annað um hvussu tað skal framberast: vittlíki ella viitlíki.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at í eldri samansettum orðum er vit- stutt framman fyri hjáljóð: vitleysur. Tú sært, at eitt ljóð er langt, um eitt kolon stendur aftanfyri: [vi:t].

Men í nýggjari samansettum orðum er vanliga langt i: /vi:tborin/ (og ikki /vibborin/, sum tað hevði blivið við stuttum i), /vi:tlítil/, har seinni liður byrjar við l, eins og /vittloysi/.

Onnur dømi: viitmikil, viitsnjallur, viitskapur.

Vittlíki við stuttum i fylgir eldri siðvenju, og viitlíki við longum i fylgir nútíðar siðvenju.

- Vel sjálv/-ur. Eg sigi viitlíki, sigur Elin Henriksen.

 

Tabu og morreyður

Lurtari spyr, um orðið, tabu, verður framborið við longum a ella longum u.

- Orðið tabu /ta:bu/ stavar úr polynesiskum. Hvussu tað har verður framborið, finni eg ongastaðni, men á norðurlendskum er siðvenja at frambera orðið við herðing á fyrsta stavilsi og longum a: /ta:bu/, sigur Elin Henriksen.

Ein annar lurtari spyr, hvørjum morreyður kemur av.

Upprunin til orðið morreyður er mó-reyður, har mó er tað, sum við skerping eitur mógvur. Orðið er skylt við mýru, mýrulendi.

Mógvur:
plantuleivdir leggjast niður í svørðin og verða so við og við til mold. Undir serligum umstøðum verður mógvur og ikki mold; mógvur er tað, sum fyrr varð skorið til torv. Liturin á mógvi er myrkari enn á mold, harav orðið mó-reyður, morreyður.

 

Ovurnýtsla av orðum

Tvey onnur orð, sum eru til viðgerðar í hesi sending hava tað í felag, at vit brúka tey næstan ov nógv. Tað er orðið onkursvegna og orðingin í mun til.

Elin Henriksen leggur dent á, at tá ið tað kemur til orðingina, í mun til, at vit kunnu bert brúka hana, um tað er í samanabering við okkurt annað. Har skal vera onkur samanhangur.

Dømi:

  • Troyggjan er bílig í mun til tað arbeiðið, sum er lagt í hana. Her samanbera vit arbeiði og úrslit.


Ella at samanbera støddir:

  • Um Óli er 1,70 m høgur, Per er 1,80 m høgur, og Niels er 1,90 m, so er Per høgur í mun til Óla, men ikki í mun til Niels.

Í mun til verður mangan brúkt alt, alt ov nógv, eisini har einki er at samanbera. 'Eg lati meg í í mun til veðrið' > Eg lati meg í eftir veðrinum.

 

Gleðilig jól

Og jólini nærkast, men nær ynskja vit gleðilig jól?

- Eru tað fólk, vit síggja hvønn dag, ella ringja til at biðja gleðilig jól, so gera vit tað jólamorgun, og allan jóladag, kanska eisini annan jóladag. Men eru tað fólk, sum vit ikki vænta at hitta aftur fyrr enn eftir jóladag, so kunnu vit saktans biðja gleðilig jól nú, eina viku undan jólum, sigur Elin Henriksen.

 

Málteigurin ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023