Málteigurin

Sagnorð og føll
18-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll

Nær er tað hvønnfall, og nær er tað hvørjumfall?

Tað er ein stórur spurningur, og í dagsins sending tosa vit um sagnorð og føll.

Hví eitur tað til dømis vaska bilin, men vaska mær? Hví ikki vaska bilinum og vaska meg?

Dømi um sagnorð, sum stýra einum falli - annaðhvørt hvønnfalli ella hvørjumfalli:

 

HVØNNFALL HVØRJUMFALL
Eg síggi hann. Eg møtti honum.
Eg spyrji hana. Eg svari henni.
Hon biður hann gera soleiðis. Hon mælir honum til at gera soleiðis.
Teir flotaðu bátin. Teir stýrdu bátinum.
Hann lyfti hana  upp á land. Hann lyfti henni uppfrá.
Hon heldur ferðslulógina. Hon heldur barninum í føvninginum.
Tú noyðir hann at gera tað. Tú áleggur honum at gera tað.
Tú klæðir teg væl. Frakkin klæðir tær væl.
Mjørkin darvar flogferðsluna. Mjørkin forðar flogferðsluni.
Lærarin lærir børnini at lesa.
Børnini læra seg at lesa.
Lærarin undirvísir børnunum í lesing.
Bóndin fóðrar seyðin væl. Bóndin gevur seyðinum hoyggj.
Hann styðjar hana í brattlendinum. Hann hjálpir henni í brattlendinum.
Tey heiðra hann, nú hann fyllir 70. Tey fagna honum, nú hann fyllir 70.

 

Snákingarsagnorð: 

Ein heilt serligur bólkur av sagnorðum eru tey sonevndu snákingarsagnorðini, t.d. vaska, greiða, klippa, kína.

Tað serliga við hesum orðunum er, at tey taka hvørjumfall, tá ið talan er um fólk og húsdjór, og annars hvønnfall, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. 

Dømi: 

SNÁKINGARSAGNORÐ HVØNNFALL HVØRJUMFALL
vaska
(tváa)
Eg vaski bilin.
Hon vaskar føturnar á barninum.
Eg vaski mær.
Hon vaskar barninum um føturnar.
greiða
(kemba)
Hon greiðir fløkjuna.
Hann greiðir línuna.
Hon greiðir sær. 
Hon greiðir hundinum.
raka Hann rakar bøin Hann rakar sær.
klippa Hon klippir runnarnar. Frisørurin klippir henni.
strúka Hon strýkur klæðini. Hann strýkur sær um ennið.
sleikja Hon sleikir skálina. Hon sleikir sær um munnin.
klappa Hon klappar knetti. Hon klappar honum á kinn.
kína Hann kínir bilin. Hann kínir kettuni.
mjólka Tey mjólka landskassan. Tey mjólka kúnni.

 

Sjáldsom orð

Umframt føll viðgera vit orðini, handdragin /hannrajin/ og krakel.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023