Málteigurin

At bera halakukk
22-05-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið

Lurtari skrivar til sendingina og sigur soleiðis:

Eg sum ung var ofta borin halakukk. Hetta er eitt sjáldsamt orð. Hvør er upprunin til orðið?

- Her er einki endaligt svar, men í seðlasavninum verður orðið samanborið við Habakkuk, sum er ein av profetunum í gamla testamentið, men har man ikki vera annað felags, enn at orðini líkjast, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Í gomlum donskum máli kundi Habakuk verða sagt um ein løgnan stavn ella ein, sum var illa fyrikomin. Kanska skuldi hann verða borin - halakukk, hugleiðir hon.

 

Sprakla, Noreg, ið og "berøringsangst"

Umframt at vera borin halakukk, tosa vit um orðini sprakla, sprella og sparka, vit umrøða stavsetingina av grannalandi okkara, Noregi, og vit tosa eisini um, nær vit brúka orðið, ið, og um vit hava eitt føroyskt orð fyri "berøringsangst".

 

Hagagongd og oyggjanøvn

Fleiri ferðir hevur Málteigurin umrøtt gongd í haga, og hvussu tað skal sigast, og hvat tað merkir. Nú skjýtur lurtari upp at siga hagagongd eins og kirkjugongd, bakkagongd og so framvegis.

Elin Henriksen sigur, at hagagongd er hóskandi orð, minst líka gott sum gongd í haga.

Í aðrari sending hava vit viðgjørt lesiframburð, og lurtari skrivar í hesum sambandi, at hann stúrsar við, tá ið hann hoyrir oyggjanøvn í útvarpinum verða úttalað sum t.d. Fugloy og Suðuroy við einum rammligum oy.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023