Málteigurin

Hvør ella hvat er støðan?
08-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum

Tá ið spurt verður eftir støðuni í einum dysti, hoyra vit hvørt um annað fólk spyrja: Hvat er støðan, ella hvør er støðan.

Hetta argar lurtara, sum hevur sent okkum hesi dømi um hetta fyribrigdið: 

  • Hvat fyri ein kjóla var hon í, heldur enn hvørjum kjóla var hon í.
  • Mánakvøldið bar av, tá ið ítróttarverturin segði frá støðuni í leikinum millum HB og B36. Hon spurdi tá, hvat er støðan í kampinum? Skuldi hon ikki heldur spurt: hvør er støðan í kampinum?

Dømi úr øðrum sendingum:

  • Hvat er kappingin?
  • Hvat er trupulleikin? Ísambandi við samrøðu um fólkatalið í Kollafirði.
  • Vita ikki hvat bein tey skulu standa á.

Tað sýnist, sum orðið, hvat, verður nýtt meiri í ymsum sambondum, og eg fari at spyrja á nýføroyskum:

Hvat er hetta fyri nakað?

- Hetta er ikki altíð so lætt at halda skil á, men vit kunnu royna. Vit kunnu brúka spurnarfornøvn at spyrja við, og tá bendast tey í kyni og falli, eins og onnur fornøvn, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Hygg at talvuni niðanfyri:  

Spurnarfornavn Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn
Eintal - hvørfall Hvør er hasin maðurin? Hvør er handa konan? Hvat dýr er hatta?
Hvønnfall Hvønn mann sást tú? Hvørja konu sást tú? Hvat dýr sást tú?
Hvørjumfall Hvørjum manni møtti tú? Hvørjari konu møtti tú? Hvørjum dýri møtti tú?
Fleirtal - hvørfall Hvørjir menn eru hetta? Hvørjar konur eru hetta?

Hvørji dýr eru hetta?

Hvønnfall Hvørjar menn sást tú? Hvørjar konur sást tú? Hvørji dýr sást tú?
Hvørjumfall Hvørjum monnum møtti tú? Hvørjum konum møtti tú? Hvørjum dýrum møtti tú?


Vit kunnu eisini brúka tað, sum eitur spurnarhjáorð at spyrja við, og tey orðini verða ikki bend, t.d.: Hvat, hvar, hvussu, hví.

Tað eru ongar beinleiðis reglur fyri, nær vit nýta hvat slag av orðum, spurnarfornavnið, sum verður bent, ella spurnarhjáorðið, sum ikki verður bent. Onkuntíð kunnu bæði brúkast. 

Dømi: 

  • Hvat er støðan í dystinum? ella Hvør er støðan í dystinum? (kvennkyn)
  • Hvat er trupulleikin? ella: Hvør er trupulleikin? (kallkyn)

Í setningum av hesum slag var tað vanligari fyrr at spyrja 'hvat', men 'hvør' hevur so við og við trokað 'hvat' burtur. Tað kann kanska fatast sum eitt slag av 'hyperkorrektión' bara at vilja loyva spurnarorðinum 'hvør' og ikki 'hvat' í slíkum førum.

Í øðrum dømum er einki at ivast í, tí at vit benda spurnarfornavnið: Hvørjum kjóla var hon í?

Viðhvørt er ymisk merking, alt eftir, um vit spyrja hvør ella hvat.

Dømi:

  • Hvør er handan konan? So verður svarið: hon er mamma Sáru, ella hon er kona Mikkjal, ella hon er tann, sum býr við síðuna av hjá okkum.
  • Hvat er handa konan? So kann svarið t.d. vera, at hon er frisørur, at hon er røsk ella at hon er smart ílatin.

 

Samdøgur og syftar súður

Vit greiða eisini frá, um munur á orðunum samdøgur og døgn, og hvaðani orðatakið, enn eru allar súður ikki syftar, stavar.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023