Málteigurin

Málstovan ger nýggj orð
28-06-2021
Tá tað kemur til at skapa nýggj orð, sum ikki finnast í føroyskum, er Málstovan rætta staðið at venda sær til heldur enn Málteigurin

Her í Málteiginum fáa vit av og á spurningar um, hvussu eitthvørt nýtt hugtak ella fyribrigdi eitur á føroyskum. Er orðið komið inn í málið, so kunnu vit hjálpa við at gera tað kent, men er talan um at finna ella smíða nýggj orð, so er tað uttan fyri okkara øki - serliga, er talan um yrkisorð.

- Her kunnu vit vísa til Málstovuna. Hon er stovnur undir Málráðnum, og har sita tvey fólk í parttíðarstarvi og svara málsligum spurningum. Serliga eru tað fyrispurningum um orð og orðingar á nýggjum hugtøkum og fyribrigdum, tey royna at svara, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Eru ivamál, verða spurningarnir og svarini eisini viðgjørd í starvsnevndini hjá Málráðnum. Starvsnevndin hevur fund umleið eina ferð um mánaðin. Er talan um stórar, prinsipiellar spurningar, verða teir lagdir fyri Málráðið, ið hevur fund 2-3 ferðir um árið.

Nýggj orð verða løgd út á heimasíðuna hjá Málráðnum, malrad.fo, við frágreiðing um orðini.

 

Nøsin sum miðpunkt

Nøsin á okkum er miðpunktið og verður eisini nógv brúkt í ymsum samanhangum, so sum at fáa eina nøs ella hava nøs til at skora mál. Hví er nøsin miðpunkt her, spyr lurtari.

Í hesi sending verður eisini tosað um orðingarnar 'ongul í reyv', 'kaffi Á kannuni' og 'at have gode miner til slet spil', umframt hvussu nógv týskt í grundini er í føroyskum.

Harafturat spyrja lurtarar, hvussu orðið, 'dress', sum serliga verður brúkt í Klaksvík, bendist, og hvussu 'trolling' á netinum eitur á føroyskum.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023