Málteigurin

Fólk heldur enn persónur
24-09-2020
Persónur er orð, ið verður nógv brúkt. So nógv, at lurtari spyr, hvat bagir orðinum, fólk

Eitt orð, sum skurrar í mínum oyrum, og sum javnan verður brúkt í Kringvarpinum, er orðið persónur. Hvat bagir tí snøgga orðinum fólk, spyr lurtari.

Elin Henriksen tekur undir við lurtaranum og heldur, at fólk er eitt gott og vælegnað orð, sum vit gloyma at brúka.

Slakt, royting og ullint

Heystið er komið, og fjøllini skulu gangast. Í sendingini umrøða við orð, sum hava við heyst, fletting og seyð at gera.

Eitt orð, sum er vorðið sera vanligt seinastu árini, er 'slakt'. At slakta, fara undir slaktið, taka slaktið upp, hvussu gongst við slaktinum.

- Hetta er ikki skeivt, men vit hava fleiri aðrar orðingar, sum eru um at hvørva. Vit fara at fletta, ella vit fara undir flettingina; vit taka upp, hvussu skarst, sigur Elin Henriksen, málkøn

Málburður í miðlunum er eisini á skránni, og vit umrøða orðingarnar, 'at møta inn til', 'at halda stand' og 'í mun til'.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023