Flogvallarstjórin: "Flogvøllurin í Vágum nøktar tørvin í nógv ár afturat"

Flogvallarstjórin: "Flogvøllurin í Vágum nøktar tørvin í nógv ár afturat"
Ein longri flogvøllur ger, at flogfeløgini fara at brúka størri flogfør, og tað gevur minni fleksibilitet fyri viðskiftafólkini, ávarar Regin I. Jakobsen, stjóri
Mynd: savnsmynd  
 
26.03.2024 - 12:19

Stjórin í Vága floghavn, Regin I. Jakobsen, er als ikki samdur við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, at flogvøllurin í Vágum ikki klárar at nøkta flúgvingina til og úr Føroyum. 

"Flogvøllurin í Vágum nøktar tørvin nógv ár fram í tíðina, og tað ber eisini til at leingja hann," sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága floghavn. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heldur ikki, at flogvøllurin í Vágum kann útbyggjast meira, og tí ætlar hann ístaðin at arbeiða fyri at gera ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi í Tórshavnar kommunu.

"Eg haldi, at vit eru komin hartil, at allir møguleikar at útbyggja í Vágum eru troyttir. Og tí er neyðugt at vit eisini hyggja aðrarstaðni."

 

Fáa góðkenning at leingja

Flogvallarstjórin er ósamdur við borgarstjóran í Havn, at tað ikki ber til at útbyggja í Vágum. Tvørturímóti, so væntar flogvallarstjórin, at flogvøllurin hjá Vága floghavn seinni í ár fær góðkenning til at vera væl longri enn teir 1799 metrarnar, hann er í dag.

Men ein longri flogvøllur fer eisini at ávirka ferðamøguleikarnar hjá føroyingum. 

"Ein longri flogvøllur ger, at flogfeløgini fara at brúka størri flogfør, og tað ger, at tað verða færri túrar og minni fleksibilitet fyri viðskiftafólkini. Og so er spurningurin, um mann vil tað?" spyr Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn. 

Grundleggjandi, so væntar Regin I. Jakobsen ikki tað verður tørvur á tveimum flogvøllum í Føroyum í nærmastu framtíð

 

Heðin vil hava flogvøll í Havn

Hetta er sum at sletta vatn á gás hjá borgarstjóranum í Havn, Heðini Mortensen. 

"Eg fari at taka málið um flogvøll á Glyvursnesi framaftur og kanna møguleikarnar fyri politiskari undirtøku," sigur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Málið um flogvøll á Glyvursnesi er gamalt. Í sjeytiárunum vóru kanningar gjørdar, og tá ið Poul Michelsen var borgarstjóri í Havn í áttatiárunum, lá ein verkætlan á borðinum at fara at gera flogvøll á Glyvursnesi. Men hon var ongantíð til veruleika.

Málið um ein annað flogvøll enn tann í Vágum hevur verið frammi nakrar ferðir, og kanningar eru eisini gjørdar aðrastaðni í landinum, um til ber at gera flogvøll aðrastaðni.

Síðani Vágatunnilin kom í 2002, og flogvøllurin í Vágum er longdur nakrar ferðir, hevur málið um ein ein annan flogvøll ikki fylt eins nógv.

 

Regin_I_Jakobsen_flogvallarstjori_26032024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098