Íløgur krevja fíggjarligan førleika í nevndini, heldur landsstýrið

Íløgur krevja fíggjarligan førleika í nevndini, heldur landsstýrið
Landsstýrið hevur sett Boga Bendtsen í nevndini hjá Vága floghavn
Vága floghavn skal útbyggjast fyri 1,3 milliardir.
 
22.04.2024 - 06:09

Nú Vága floghavn skal byggja út fyri 1,3 milliardir krónur, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, tað vera rætt at styrkja nevndina við fíggjarligum førleikum.

Hann hevur tí valt Boga Bendtsen í nevndina hjá Vága floghavn.

Flogvøllurin skal útbyggjast til at kunna hava eina millión ferðafólk um árið.

Tað kann gerast veruleiki í 2040, sigur Bjarni Kárason Petersen.   

Eftir aðalfundin, sum var í síðstu viku, hevur nevndin skipað seg.

Sama nevnd

Birita Sandberg Samuelsen heldur fram sum forkvinna.

Og Janus Rein heldur fram sum næstformaður.

Hini í nevndini eru Gunn Hanusardóttir Møller, Uni Danielsen og Bogi Bendtsen, sum er nýggjur í nevndini. Aðalfundurin valdi tey.

Starvsfólkaumboðini eru eisini tey somu.

Tey eru Nanny Ritter Falkvard, Tórstein á Steig og Egil B. Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444