- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikukjakið: Sjálvræði snýr seg eisini um orð
Vikukjakið: Sjálvræði snýr seg eisini um orð
Hans J. Hermansen, Annika Sølvará og Katrin Dagbjartsdóttir kjakaðust í Vikukjakinum
Mynd: Ingi Rasmussen
27.04.2024 - 12:40
BMI - eitt feitt! Menniskja - uttan og innan. Javnvág.
Vikuorðini frá teimum trimum vikukjakarunum tóku væl saman um tað, sum varð viðgjørt hesa vikuna.
Vit spyrja, hví føroyingar eru hyldligari enn onnur, og hvat kann gerast við tað, um nakað skal gerast. Vit viðgera eisini ríkis- ella ríkjafelagsskapin, sum er komin aftur á breddan. Og so nerta vit eisini við, at so nógv børn ikki duga føroyskt í fólkaskúlanum.
Hoyr vikukjakið her
1669476
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV