Sjey mál við til Skopje

Sjey mál við til Skopje
Við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á odda vunnu føroysku hondbóltsmenninir sannførandi við sjey málum á Norðurmekedónia, og útgangstøðið er gott undan torføra dystinum í Skopje
Elias Ellefsen á Skipagøtu var føroyskur toppskjútti við 10 málum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2024 - 21:34

Elias Ellefsen á Skipagøtu stjórnaði álopsspælinum meistarliga, meðan verjuspælið var nærum uttan feilir í 50 minuttir. 

Samanlagt gav tað ein sannførandi 34-27 sigur framman fyri væluppløgdu føroysku viðhaldsfólkunum í fullsettu høllini á Hálsi og eitt gott útgangstøði til torføra útidystin í heksaketilinum í Skopje sunnudagin.

 

Fult tamarhald á

Føroyar høvdu fult tamarhald á dystinum fyrstu løtuna, og tá átta minuttir vóru farnir, skoraði Hákun West av Teigum til 7-2. 

Samstundis hvarv allur ótti fyri, at knæskaðin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu fór at avmarka føroyska spælskiparan. Hann tók dirigentstokkin frá byrjan og stjórnaði føroyska álopsspælinum meistarliga. 

Leiðslan minkaði kortini skjótt niður aftur í tvey mál - hendan løtan var í roynd og veru hin einasta, har heimamenninir ikki vóru í javnvág - men teir fótaðu sær aftur, og so vaks munurin.

 

 

Verjan stóð manniliga

Peter Bredsdorff-Larsen hevur brúkt nógva tíð upp á verjuspælið hesa vikuna, og tað sást aftur á Hálsi. Verjan við Teis Horn Rasmussen á odda steðgaði ferð eftir ferð gestunum, sum royndi seg nógv við sjey ímóti seks. 

Føroyingarnir bardust allan dystin á tamb fyri at tippa spælmøguleikarnar inn til stóru strikuna, og tað eydnaðist til fulnar. Intensiteturin var høgur, og miðverjan flutti seg alla tíðina fyri hvørjum øðrum og fangaði fleiri leysar bóltar. 

 

 Øktu eftir steðgin

Føroyar vóru fýra mál frammanfyri í steðginum, og í seinna hálvleiki vaks munurin skjótt. Heimaliðið hótti í næstan hvørjum álopi, og Elias Ellefsen á Skipagøti og Óli Mittún skiftust um at skjóta mál. 

 


Óli Mittún hevur verið flúgvandi í 2024, og hann vísti stóran part av sínum repertoire ímóti norðurmekedónarunum. MYND: Bjarni Árting Rubeksen
 

Tá Norðurmakedónia, sum fekk nógvar útvísingar, royndi at steðga stórspælandi miðjunum, sum kanska troyttaðust síðsta korterið, gjørdist betri pláss úti hjá Leivi Mortensen og Hákuni West av Teigum, og veingirnir vóru eirindaleysir. 

Leivur Mortensen skoraði upp á allar sínar fimm royndir, meðan Hákun West av Teigum skeyt sítt sætta og síðsta føroyska málið í allarseinastu løtu.

Føroyar hava sjey mál í skjáttuni niður til heksaketilin í Skopje. Um tað verður nóg mikið til HM-pláss, fer tíðin at vísa.

 

Høllin á Hálsi (HM-playoff, fyrri dystur)
Føroyar - Norðumakedónia, 34-27 (18-14)

Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 10, Óli Mittún 6, Hákun West av Teigum 6, Leivur Mortensen 5, Vilhelm Poulsen 5, Kjartan Johansen 1, Teis Horn Rasmussen 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216