Vága Floghavn hevði 3,9 mió. kr. í avlopi metárið í fjør

Vága Floghavn hevði 3,9 mió. kr. í avlopi metárið í fjør
431.079 ferðandi fóru um Vága Floghavn í 2023, og tað er met, og tað sæst eisini aftur á botnlinjuni
 
19.04.2024 - 08:48

3,9 milliónir krónur í avlopi stóðu eftir á botnlinjuni hjá Vága floghavn, tá 2023 var gjørt upp.

Hetta er nakað minni enn í 2022, tá avlopið var 8,8 milliónir krónur.

431.079 ferðandi fóru um Vága Floghavn í 2023, og tað er met.

Samstundis stafestir hetta, at talið av ferðandi er komið uppaftur á stigið sum var undan koronufarsóttini.

Talan er um ferðandi báðar vegir, so tí fóru góðir 200.000 einstakir persónar um flogvøllin í fjør.

 

Bogi Bendtsen í nevndina

Á aðalfundinum í gjár vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, umframt at eigarin nýtti høvið til at velja ein nevndarlim afturat, sum var Bogi Bendtsen.

Ætlanin við hesum er serliga at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini, nú so nógvar og stórar útbyggingar standa fyri framman.

Nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418