Hosufóðra kloakkir í Havn

Hosufóðra kloakkir í Havn
Tórshavnar býráð hevur sett knappa hálvafjórðu millión krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi.
Tórshavnar kommuna heldur fram við at hosufóðra kloakkir
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
27.04.2024 - 09:54

Umvælingararbeiðið snýr seg um at hosufóðra kloakkirnar, so tær verða umvældar innanífrá.

Upp á tann mátan slepst undan at grava upp vegir, gongubreytir og annað.

Nakrar kloakkir í kommununi eru longu umvældar við hosufóðring seinnu árini, og tað hevur eydnast væl.

Í fjør var talan um einar 850 metrar av kloakkleiðing, sum vóru filmaðir og spulaðir, síðani fóðraðir, og at enda aftur filmaðir fyri at skjalprógva arbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592