Á Breddanum: Fosturtøkumálið

Á Breddanum: Fosturtøkumálið
Retorikari, lækni, løgfrøðingur og heimspekingur vera í útvarpsstovuni
Hesi fýra vera í Breddanum í dag. Spurt verður, hvat eyðkennir orðaskiftið og argumentini í fosturtøkuspurninginum.
 
26.03.2024 - 08:52

Fyrsta viðgerð av fosturtøkulógini hjá landsstýrismanninum í lógarmálum var fríggjadagin, og ikki óvæntað var orðaskiftið hvast. 

Tað var bæði drúgt og stundum ógvisligt.

Spurningurin, um kvinnan sjálv skal taka avgerðina um fosturtøku fram til viku 12, sær út til at kloyva bæði fólkið og løgtingið.

Vit spyrja, hvat eyðkennir orðaskiftið og argumentini í fosturtøkuspurninginum.

Bárður Larsen, løgfrøðingur, Diana Reynstind, serlækni, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og Eydna Skaale, retorikari, vera í útvarpsstovuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Sendingin verður stroymd her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098