- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað verður heitari, vatnstøðan hækkar og vit fáa meira avfall
Tað verður heitari, vatnstøðan hækkar og vit fáa meira avfall
Seinastu 20-30 árini er vorðið eitt hálvt til eitt heilt stig heitari um okkara leiðir, sigur veðurfrøðingurin, John Cappelen
19.03.2024 - 18:35
Seinastu 20-30 árini er vorðið eitt hálvt til eitt heilt stig heitari um okkara leiðir.
Tað sigur veðurfrøðingurin, John Cappelen, sum starvast á danska veðurstovninum, DMI.
Hann greiddi frá á Veðurlagsdegnum, sum varð hildin í dag.
Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum
1661950
Sjey almennir stovnar skipaðu í dag fyri einum veðurlagsdegi í Havn.
Granskarar greiddu frá um veðurlag og veðurlagsbroytingar.
Tað vóru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan, sum skipaðu fyri degnum, har ljós varð varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV