Arbeiða við samanlegging

Arbeiða við samanlegging
Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur arbeiða víðari við kommunusamanlegging. Tað boða tær frá, eftir at tey bæði bý- og bygdaráðini høvdu felags fund í gjár.
Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur eru komnar ásamt um at arbeiða víðari við sínámillum samanlegging. Myndin er frá borgarafundinum í Hvalba herfyri
 
26.04.2024 - 09:55

Á fundinum, sum var í Hvalba, varð umrøtt, hvørji mál eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í samband við eina kommunusamanlegging.

Eisini varð viðgjørt, hvussu farast skal fram, um fólkaatkvðøa skal haldast fyri summarfrítíðina. 

Í felags fráboðan siga báðir borgarstjórarnir, Kristin Michelsen og Janus Thomsen, at talan var um ein jaligan fund, har niðurstøðan var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444